Tjóvar stolið morfin og annað rúsevni á stovni í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 13:29

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Rættiliga fitt av medisinskum rúsevnum er um vikuskiftið stolið frá einum viðgerðarstaði í Havn.

Talan er um 90 morfintablettir, 10 ampullur av ketogani, 20 ampullur av morfini og eisini morfinplástur, veit kvf.fo at siga frá kriminalløgregluni.

Av trygdarávum verður ikki upplýst, hvat stað talan er um, men løgreglan ávarar fólk móti at taka ímóti heilivági, ið kann stava frá hesum innbrotinum.