Toftir: Veðrið er við bátafestivalinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

01.05.2015 - 08:05

Tíðindi > Eysturoy - Toftir

Hóast tað verður eitt sindur kølið í morgin, sær út til, at Bátafestivalurin á Toftum kann haldast í allar bestu líkindum. Sambært veðurforsøgnunum verður turt, sól fyri tað mesta og lítil ella eingin vindur. Nógv áhugavert er á skránni á ársins fyrsta bátafestivali.

Eins og mongu undanfarnu árini, skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali fyrsta leygardag í mai, og tað er sum kunnugt í morgin 2. mai.

Longu í gjár hósdagin lat kampingøkið við Toftagjógv upp, eins og vitjandi bátar sama dag høvdu møguleikar fyri at fáa pláss í bátahavnini.

Leygardagin verður lagt til brots, og sum altið møtast allir bátarnir í Skálafirði og sigla út á Toftir klokkan 12.30.

Tað verður forkvinnan í mentanarnevndini í Nes kommunu, Elin á Torkilsheyggi, ið tekur ímóti og bjóðar vælkomin. Harmonikuliðið spælir, og borðreitt verður við suppu við tilhoyri í matarhøllini á flakavirkinum.

Av øðrum á skránni er framsýning av ymsum livandi fisksløgum í Turkihúskjallaranum, hoppiborgum á festivaløkinum, rodeotarvi, eins og hyli við súkklubátum.

Tofta Kvinnufelag og Tofta Talvfelag skipa fyri køkutombula í teltinum, eins og møguleiki verður fyri at mála andlit. Somuleiðis eru bæði pysluvogur og kaffisøla.

Av øðrum á skránni er skattaveiða, kórsangur, solosangur og sangur við løgtingsmonnum úr Eysturoynni. Forkunnugi vágabólkurin, Tinganest, fer at spæla í Stóratelti, og handlarnir Navia, Insito og Shari skipa fyri mótasýning.

Endin á bátafestivalinum er sum altíð dansurin í Stóratelti við sangi og tónum frá vælumtókta contrykonginum, Halluri Joensen.