(Mynd: Scanpix Danmark)

Tok rendi á 80 reindýr í Norra



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.12.2017 - 20:01

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Sunnudagin doyðu 80 reindýr, tá eitt ferðafólkatok rendi á tey við Trettnes i Norra. Seinastu vikurnar eru uml. 200 reindýr dripin av tokum í økinum.

Síðst í november doyðu 110 reindýr á somu leiðini, tá hesi eisini vóru árend av einum toki.

Umboðsmaður fyri norska felagið Bane Nor fortelur fyri TV2, at reyndýránararnir hava fingið upplýst eitt nummar, sum teir kunnu ringja til og siga frá, um vandi er fyri at tok brestur saman við reindýrum.

Tokfelagið hevur eisini givið boð um at tokini skulu seta ferðina niður á strekkinum, sum er 20 km. langt.