- Tók stig til at flyta tað skrivaða orðið yvir í tað talaða

Ingi Samuelsen

03.10.2014 - 02:57

Tíðindi > List > Bókmentir

Grundgevingin fyri at lata Margretu Næss Virðisløn M. A. Jacobsen’s fyri mentanaravrik 2014:


Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2014 latin Margretu Næss, sum tók stig til at flyta tað skrivaða føroyska orðið yvir í tað talaða. Nevndin sigur, at Margreta við sínum slóðbrótandi arbeiði innan ljóðbókaframleiðslu hevur givið teimum, ið ikki eru so stinn í lesing ella eru sjónveik, ein gyltan møguleika at ogna sær kunnleika og fylgja við í samfelagsligum viðurskiftum.

“Hon hevur sjálv lisið bøkur inn og skipað ljóðbókaframleiðsluna og soleiðis virkað fyri, at øll kunnu brúka ljóðbøkur javnbjóðis við aðrar tekstmiðlar.”