Tollarin datt helst niður í lastina

Snorri Brend

20.10.2014 - 14:07

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

- Vit vita ikki júst, hvør orsøkin er til vanlukkuna. Men nógv bendir á, at hann datt niður í eina tóma last, sigur kanningarleiðarin, Tron Kristiansen við Karmøy Lensmannskontor.

- Hví og hvussu tað er hent, tað duga vit ikki at siga enn, sigur hann við Karmøynytt.

Skipið eitur Heidi og er skrásett í Føroyum.

Maðurin var í starvi hjá Haugesund Tollsted.

Manningin og hinir tollararnir vórðu avhoyrdir í nátt, og nú verða ymisk skjøl gjøgnumgingin fyri at hyggja eftir tí sum tey siga.

- Men tað er einki sum bendir á, at nakað kriminelt er farið fram, sigur Tron við blaðið.