Farmaskipið Heidi

Tollarin doyði helst av ilt-troti

Snorri Brend

20.10.2014 - 16:12

Tíðindi >

Alt bendir á, at ilt-trot var orsøk til at ein tollari doyði umborð á einum føroyskum farmaskipi í norskari havn.

Hesin var umborð á farmaskipinum Heidi í arbeiðsørindum, saman við tveimum øðrum, tá vanlukkan hendi.

Tað var meðan teir í ”embeds medfør” kannaðu skipið at hesin tollarin brádliga hvarv.

Løtu seinni var komið fram á manninum, sum var dottin niður í eina av lastunum. Hóast roynt var við lívgevandi fyrstuhjálp, eydnaðist tað ikki at bjarga manninum.

Fyrrapartin upplýsti norska løgreglan, at eingi vitni vórðu til hendingina.

Norska TV2 skrivar haraftrat, at ein í morgun hevur mált ilt-nøgdina í lastini. Og her er mangt sum bendir á, at tað var júst trot á ilt sum var orsøkin til deyðsfallið.

- Vit útiloka ikki at hetta kann hava havt samband við deyðsfallið, sigur løgregluovastin Tron Kristiansen á Karmøy lensmannskontor.

50 ára gamli maðurin verður obduseraður í morgin á Gades Institutt í Bergen.