(Mynd: Sverri Egholm)

Tollfríir pakkar fyri meira enn 2 milliónir til Føroya um vikuna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.01.2018 - 18:45

Tíðindi >

Pakkar fyri undir 300 krónur frá útlendskum nethandlum streyma inn í landið. Tað vísa tøl hjá Taks.

Í sendingini “Nú er leygardagur“ hjá útvarpinum leygardagin segði Jórun Gaardbo Olsen frá Taks, at umleið 7.500 pakkar, sum eru undir 300 krónur, koma til Føroya um vikuna.

Hetta er meira enn 2 milliónir krónur um vikuna, sum føroyska handilsvinnan ikki sær aftur. Tað eru góðar 100 milliónir um ári. Og sambært Taks er talið vaksandi fyri hvørt ár.

Nógv tann størsti parturin er úr Kina, har fólk bíleggja elektronikk, kosmetikk, klæðir og annað, segði Jórun Gaardbo Olsen við útvarpið.

Kostar ein pakki minni enn 300 krónur skal meirvirðisgjald ikki rindast, og hetta er helst tí, at føroyingar velja at keypa frá útlendskum nethandlum.

Umframt hetta koma eisini pakkar, sum meirvirðisgjald skal rindast av inn í landið.