Dia Midjord og Liljan Weihe. Mynd: Jens Kr. Vang.

Tollmálið fyri Eystara landsrætt í september – kann grugga løgtingsvalið

Hallur av Rana

29.05.2015 - 15:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fleiri leiðandi starvsfólk í almenna kringvarpinum kunnu fáa ein heldur óhepnan leiklut í løgtingsvalinum komandi heyst.

Kringvarp Føroya skrivar nevniliga í dag, at sokallaða tollmálið, har Jørgen Niclasen hevur stevnt Dia Midjord, kringsvarpsstjóra, Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum og Svein Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóra á Dimmalætting, fyri ærumeiðing, kemur fyri Eystara landsrætt 29. og 30. september.

Tað merkir sostatt eisini, at tollmálið kann gerast ein týðandi partur av sjálvum valstríðnum, tí løgmaður hevur ongar ábendingar givið um, at hann ynskir at útskriva val áðrenn seinastu freistina, ið er 29. oktober. Tað vil siga einans fýra vikur aftaná rættarmálið.

Sostatt er væl møguligt, at leiðandi starvsfólk í almenna Kringvarpinum og ein týðandi persónur í valstríðnum, Jørgen Niclasen, vera í beinleiðis stríði í rættarsalinum undir sjálvum valstríðnum.

Í Føroya Rætti vann Jørgen Niclasen á tíðindafólkunum, tá dómarin, Søren Seerup, gav Jørgeni viðhald í øllum sínum krøvum. Dómarin dømdi sostatt fjølmiðlafólkini sek í at hava brotið §267 í revsilógini, og harvið at hava ærumeitt landsstýrismannin.

Tíðindafólkini valdu tó at kæra dómin fyri Eystara landsrætt, og nú er so greitt, at málið verður viðgjørt av nýggjum 29. og 30. september.