(savnsmynd)

Tollmálið: Journalistarnir fríkendir

Ingi Samuelsen

18.11.2015 - 09:19

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Eystari landsrættur hevur kolldømt dómin í Føroya rætti móti Sveini Tróndarssyni, fyrrverandi redaktøri á portal.fo og kringvarpsfólkunum Dia Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge.

Fyri løtu síðan fall dómur í landsrættinum, og journalistarnir vórðu fríkendir, skrivar heimasíðan in.fo.

Einasta viðmerking sum Eystari landsrættur hevði í málinum var, at yvirskriftin "Snýtti í tolli. Snýtti landskassan fyri 600.000 krónur." var ógrundað, skrivar in.fo.

Jørgen Niclasen skal rinda 280.000 krónur til tey fýra tíðindafólkini fyri sakarmálskostna.