(Mynd: tomjones.com)

Tom Jones kann upplivast á Amager í summar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 11:59

Mentan > Mentan > Konsertir

Ein livandi legenda verður hann kallaður, 77 ára gamli walisiski sangarin Tom Jones. 30. juni verður møguleiki at hoyra hann á konsert í DR Koncerthuset á Amager. Tað boðar konsertfyriskiparin Livenation frá.

Tað er eftirhondini yvir hálvthundrað ár síðan Tom Jones gjørdist gitin sum sangari við hittum sum ”It’s not Unusual”, ”What’s New Pussycat”, ”Delilah” og ikki minst ”Green Green Grass of Home”.

Men Tom Jones hevur dugað at fylgt við tíðini, og náddi nýggjan heiður á tindunum, eitt nú tá hann seina í áttatiárunum gav Prince-hittinum ”Kiss” heilt nýtt lív. Í 2000 hevði hann eisini eitt stórt hitt við lagnum ”Sex Bomb”, sum hann innspældi saman við MoussaT. Yvirhøvur hava hansara seinastu útgávur havt ein sera nýmótans, modernaðan, dám, langt frá Las Vegas show-stílinum, ið annars var hansara vørumerki á yngri døgum.

Atgongumerkjasølan til konsertina í Danmark 30. juni byrjar hósmorgunin kl. 09.00.

Dagin eftir konsertina í DR Konserthuset, kan Tom Jones upplivast á útipallinum Dalhalla nærhendis býnum Rättvik í Dalarna í Svøríki. Evropakonsertin í summar endar við eini konsert í Edinburgh 6. august.