Tomasia Njálsdóttir Niclasen í føroyskari stimatroyggju (Mynd: DR)

Tomasia vrakað av Remee: Eingin føroyingur við í X Factor

Sverri Egholm

29.01.2016 - 22:37

Mentan > Mentan > Tónleikur

Sokallaða 5 Chair Challenge var á skránni í X Factor í kvøld.

Næstseinasta fríggjadag, tá upptøkuroynd var, luttók ein føroysk genta við í einum bólki. Remee hevur fingið ábyrgd av bólkunum í ár, og undan sendingini í kvøld, hevði hann sortera nøkur burturúr, sum hann ikki helt kundu brúkast.

Bólkurin Lutomali, har hvalbiargentan Tomasia Njálsdóttir Niclasen er við í, fekk møguleikan at framføra frammanfyri áskoðarunum og ikki minst dómarunum.

Tað eydnaðist tó ikki Tomasiu og hinum gentunum í bólkinum at syngja seg til ein stól og harvið koma víðari.

Sostatt sær tað ikki út til, at nakar føroyingur verður við í ársins X Factor.

Nýggi kvinnuligi dómarin, Mette Lindberg, byrjaði annars sendingina í kvøld, har hon skuldi finna fram til sínar fimm luttakarar undir 23 ár. Remee valdi at tveir bólkar skuldu hava stólar, men í næstu viku skal hann geva trimum øðrum bólkum stól. Tá skal Thomas Blachman eisini finna fram til sínar fimm luttakarar millum tey sum eru eldri enn 23 ár.