Her plagdi tjóðartingið at halda til. Nú skal søguligi bygningurin byggjast uppaftur

Tonga: Tjóðartingsbygningurin oyðilagdur í ódnini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 06:57

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Íbúgvarnir í oyggjaríkinum Tonga eru nú farnir at rudda upp eftir at ódnin Gita í gjár rakti landið.

Landsins tjóðarting varð oyðilagt, tá melduródnin rakti við eini vindstyrki oman fyri 60 metrar um sekundið. Sama var galdandi fyri nógv heim og bygningar í oyggjaríkinum, sum er lýst í undantaksstøðu.

- Fleiri av okkara varðveitingarverdu bygningum hava fingið stórar skaðar, ella eru oyðilagdir, sigur Graham Kenna frá tilbúgvingini við bretska blaðið, The Guardian.

Gita rakti sunnara part av landinum mánakvøldið, og ódnin herjaði upp á tað mesta um midnáttarleitið. Men hóast bretska veðurstovan kallar ódnina ta ringastu í 60 ár, so eru ikki komin boð um fólk, ið hava latið lív ella eru komin illa til skaða, skrivar dr.dk.

Men teir 100.000 íbúgvarnir í Tonga eru framvegis skelkaðir.

- Flest okkara hava aldri upplivað nakað líknandi. Hetta var ein skelkur fyri øll, sigur Pesi Fonda, blaðstjóri við AP tíðindastovuna.

Bæði Avstralia og Ný Sæland hava boðað frá, at tey vilja veita Tonga hjálp við at rudda upp, og tey hava sent tjøld, útgerð til matgerð og heilsupakkar til oyggjalandið.

Gita er nú á veg móti grannalandinum, Fiji, og alt bendir á, at ódnin styrkist. Væntandi rakar hon sunnast oyggjarnar í Fiji í kvøld.

Les eisini: Tonga í undantaksstøðu orsaka av ódnini Gita