(Savnsmynd)

Tónlist verður við á Seniorfestivalinum

Tíðindaskriv

24.05.2017 - 13:35

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Tað sum fáur hevði droymt um blívur nú veruleiki: Eftir “tøgn” í gott 20 ár trínur dansibólkurin Tónlist av Strondum aftur á pall. Hetta verður á Seniorfestivalinum á røktarheimsøkinum í Runavík leygardagin 3. juni.

Tónlist var ein tónleikabólkur av Strondum, sum varð stovnaður í 1979 og var mest aktivur fyrst í 1980-árunum, tó spældi bólkurin av og á alment til 1995. Hann spældi mest føroyskar sjómansrímur og sangir úr Songbók Føroya fólks. Áðrenn jól 1981 gav bólkurin út kasettuband við heitinum “Har bylgjan leikar”. Sølan setti met við 6.000 seldum eintøkum.

Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum. Tríggir av teim fýra, sum tá mannaðu bólkin verða við, nevniliga Andras Danielsen, Poul Jacobsen og Hans Nielsen. Regin Johansen, sum var hin fjórði, andaðist í 1998.