Topgunn (Mynd: Niels Hougaard)

Topgunn og KIDD á Rockland 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.11.2017 - 20:55

Mentan > Mentan > Tónleikur

Leygarkvøldið 16.desember fara Topgunn og KIDD at rocka høllina á Vágseiði í Vági, sum aldrin áður! Kendu harrarnir hava dominerað donsku hitlistarnar við yvir 80 mió. streams á Spotify, og 40 mió. sýningar á Youtube. Topgunn og KIDD fara m.a. at rocka við “Kongens Have”,“Dejlig” og “Ik lavet penge”. Tónleikararnir hava ikki spælt í Føroyum áður, og teir lova eitt brak av einari konsert!

Rockland kemur av navninum rock, ið merkir klettur. Endamálið við Rockland er at samla ung undir einum taki, har tey fara at rocka við feitum ljósshowið og góðum tónleiki.

Orsøkin til, at fyriskipararnir hava valt Suðuroynna er tann, at eftirspurningurin eftir tónleikatiltøkum er stórur. Vágseiði liggur sera væl fyri, og hølisviðurskiftini eru góð. Góður møguleiki er hjá fólki at koma suður við Smyrli, har ið bussur koyrir áhoyrararnar til dyrnar.