Kim Yong-chol (Mynd: EPA)

Toppfundurin millum USA og Norðurkorea væntandi aftur á skrá

Alda Nielsdóttir

30.05.2018 - 21:52

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, avlýsti ein toppfund millum USA og Norðurkorea, men sambært DR boða Hvítu Húsini í dag frá, at toppfundur væntandi verður 12. juni kortini.

Ein av valdmiklastu embætismonnunum í Norðurkorea er í dag komin til USA. Talan er um Kim Yong-chol, ið er sæddur sum ein av nærmastu ráðgevarunum hjá norðurkoreanska leiðaranum Kim Yong-un.

Kim Yong-chol skal á fund við amerikanska uttanríkismálaráðharranum Mike Pompeo. Sambært tíðindastovuni AP skulu teir samráðast um væntandi toppfundin millum Donald Trump og Kim Jong-un.

Í síðstu viku avlýsti Donald Trump fundin í einum opnum brævi til Kim Jong-un, men arbeitt verður við at fáa fundin aftur á dagsskránna.