Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Toppfundurin verður neyvan til ásetta dato

Ari av Rana

23.05.2018 - 16:09

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Søguligi toppfundurin millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, verður neyvan hildin sum ætla tann 12. juni, sigur Donald Trump.

- Um fundurin ikki verður tá, so verður hann allarhelst á einum seinni dato, segði Donald Trump í Hvítu Húsunum í gjár.

USA arbeiðir tó framvegis fram móti at halda søguliga toppfundin.

Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, er sikkur í, at tað fer at eydnast Donald Trump at fáa ein toppfund við Kim Jong-un. Samstundis rósar hann Donald Trump fyri alt tað amerikanski forsetin hevur megna at gera fyri koreansku hálvoynna.

Donald Trump sigur seg verða vísan í, at norðurkoreanski leiðarin hevur ætlanir um at gevast við ætlanunum um kjarnorkuvápn.