Tór Arni Samuelsen var í dag á kontórinum hjá Portalinum á Bryggjubakka í Tórshavn eftir vinninginum. Hann hevur vunnið eina ferð við Norrønu fyri tvey við bili. Mynd: Sverri Egholm

Movemberkapping: Tór Arni vann ferðina við Norrønu

Sverri Egholm

19.12.2014 - 03:37

Tíðindi > Movember

Í dag var Tór Arni Samuelsen eftir høvuðsvinninginum, sum hann var so heppin at vinna í Movemberkappingini á Portalinum. Yvirskeggið var tó rakað burtur, kann staðfestast á myndini.

Gjøgnum allan november mánaða var kapping á skránni, har vit heittu á tey vitjandi á Portalinum um at lata skeggið vaksa og senda mynd inn. Allir sum sendu mynd inn einaferð um vikuna vóru við í kapping um vikuvinningin, sum var ein bovlingtúr fyri 4 við mati.

Síðst í mánaðanum, tá yvirskeggini kring landið vóru vaksin nakað heittu vit tey vitjandi um at senda inn umaftur. Tann myndin sum fekk flest dámarar (likes) vann eina ferð við Norrønu við bili fyri tvey.

Tá freistin var úti, var tað Tór Arni Samuelsen sum vann við heili 661 dámarum (likes).

Portalurin ynskir Tór Arna eina góða ferð og takkar fyri góðu luttøkuna.

Sí allar innkomnu myndirnar niðanfyri:

Myndir frá viku 1
Myndir frá viku 2
Myndir frá viku 3
Myndir frá viku 4
Myndir frá viku 5