Torkil Veyhe fekk trupulleikar við gervinum tá kappingin í gjár skuldi avgerast (Mynd: Dorte Adelfred)

Torkil ætlar at enda millum tíggju teir bestu

Ingi Samuelsen

15.09.2017 - 09:51

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Topp 10 er málið hjá Torkil Veyhe í stóru donsku súkklukappingini, Postnord Danmark Rundt, sum endar í morgin.

Føroya besti súkklari er liðskipari á liði sínum, ColoQuick-Cult Cycling Team, til kappingina hesaferð. Tað vil siga, at at uppgávan hjá hinum súkklarunum á liðnum er at tryggja, at Torkil liggur trygt fremst í hópinum, og kann koma á mál saman við hinum favorittunum.

- Uppgávan hjá mær í ár er ein heilt onnur enn hon var í fjør. Tað er eisini orsøkin til, at eg ikki havi verið so nógv at sæð í sjónvarpsdekninginum, sum eg gjørdi í fjør, greiðir Torkil Veyhe frá.

Í fjør var Torkil við í kappingini kring Danmark á samansetta landsliðnum. Tá hevði hann ikki fasta uppgávu, men fríar ræsur. Og tað gagnnýtti hann til at leypa á fleiri ferðir og royna seg einsamallan. Harvið fekk hann eisini nógva tíð á sjónvarpsskíggjanum.

Kappingin í gjár, kallað ’kongaetapan’, var teinurin mitt í kappingini, sum altíð endar í brekkuta landslagnum í og kring Vejle. Kappingin endaði við einum rundstrekki í Vejle, har málið varð lagt ovast á mest tiltiknu brekkuni millum súkklarar í Danmark yvirhøvur, Kiddesvej, sum skuldi koyrast fýra ferðir.

Torkil var væl við heilt fram heilt til seinasta umfar.

- Eg fekk trupulleikar gervinum, og mistið takið í sjálvari finaluni, sigur Torkil Veyhe, sum kom á mál sum nummar 21, 39 sekund eftir danmarksmeistaran Mads Pedersen frá Trek-Segafredo liðnum, sum nú eisini liggur á odda samlað í kappingini.

Samlað er Torkil nú nummar 18, 51 sekund eftir Mads Pedersen.

- Málið hjá mær er at enda millum 10 teir fremstu í kappingini, og tað vóni er at klára longu í dag, tá tíðarkoyring verður í Randers. Rutan passar væl til mín, sigur Torkil Veyhe.

Danmarks Radio DR1 byrjar sendingina frá kappingini í dag klokkan 14.30.