(Savnsmynd frá Jersey 2015)

Torkil aftur á sigurspallinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

30.05.2016 - 20:23

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tað gongur sera væl hjá føroyinginum í danskari súkkling, Torkil Veyhe, sum súkklar fyri Team WeBike í Aarhus.

Mei mánaði hevur verið framúr fyri úrslit, og í vikuskiftinum eydnaðist tað Torkili at koma á pallin, tá hann endaði sum nummar tvey í eini súkklukapping í Sønderborg.

- Mai mánaði hevur verið framúr fyri Team WeBike-CK Aarhus. Eitt annaðpláss, tvey triðjapláss og tríggir sigrar. Tað hevði ongin væntað frammanundan, skrivar súkkluliðið á heimasíðu síni.

Komandi vikuskifti skulu Torkil og liðfelagar hansara í Team WeBike royna seg í Post Cup, 185,6 kilometrar á Bornholm.