Torkil helt ólavsøku við at vísa stóra styrki

Ingi Samuelsen

29.07.2016 - 16:02

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

- Tá eg nú ikki sjálvur kundi vera í Føroyum og halda ólavsøku, so kundi eg líka so gott royna at gerast dagsins fightari.

Soleiðis segði 26 ára gamli føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, tá Danmarks Radio eftir kappingina í dag tosaði við dagsins fightara.

Torkil Veyhe er amatørur, og sostatt ókendur fyri tann vanliga danska súkklufjepparan, men í dag fekk hann veruliga gjørt vart við seg.

Hann legði seg í leiðslubólkin beinanvegin í dag, og helt seg frammi so at siga allan dagin, eisini hóast hann punkteraði, og skuldi stríðast hart fyri at koma fram til teir fremstu aftur.

Men umleið 15 kilometrar áðrenn mál, megnaði Torkil ikki at halda seg í oddinum longur. Hann varð heintaður av favoritt-bólkinum, og megnaði ikki at fylgja við í ótrúliga hørðu rundkoyringini í Vejle, har bratta brekkan á Kiddesvej gjørdi av við fleiri av súkklarunum.

Vinnari í dag gjørdist Michael Valgren hjá Tinkoff, sum er einasti Tour de France-súkklari, sum er við í PostNord Danmark Runt. Við sigrinum í dag legði hann seg eisini á odda í samlaðu kappingini.

Tað at Torkil Veyhe í dag varð valdur til dagsins fightara merkir, at hann í morgin súkklar við einum serligum reyðum nummari á rygginum.

Í morgin verður ein stutt tíðarkoyring í Nyborg. Sunnudagin endar kappingin við einum longum teini tvørtur um Sæland við máli á Frederiksberg Allé.