(Mynd: DR)

Torkil megnaði málsetningin – nú nummar seks

Ingi Samuelsen

15.09.2017 - 21:44

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Torkil megnaði tað hann setti sær fyri í Postnord Danmark Runt í dag, nevniliga at súkkla seg millum 10 teir bestu í kappingini.

Í dag var tíðarkoyring í Randers. Enn einaferð varð kappingin ávirkað av veðrinum, tí grimdarregn var ein part av kappingini. Regnið órógvaði ikki so nógv teir bestu súkklararnar, hóast váta vegbreytin skapti nakað av ótta fyri at falla, og tí helst eisini hevur sett ferðina nakað niður.

Torkil kom væl frá kappingini í dag og endaði í 9. bestu tíð, 1 minutt og 2 sekund eftir vinnaran, Matthias Brändle úr Eysturríki. Og hóast Torkil eisini tapti tíð til teir førandi í kappingini, Mads Pedersen og Michael Valgren, vann hann á so mikið nógvum øðrum, at hann nú í samlaðu kappingini liggur nummar seks, 1 minutt og 16 sekund eftir Mads Pedersen.

Postnord Danmark Rundt endar við einum 198 kilometra longum teini í Eysturjútlandi, sum byrjar í Ebeltoft og endar í Aarhus. Fleiri brekkur eru lagdar inn í rutuna, so roknað verður við, at broytingar fara at koma í samlaðu støðuna í morgin eisini áðrenn allir súkklararnir eru komnir á mál við Tangkrogen, beint sunnan fyri miðbýin í Aarhus.