Torkil nøgdur við egið avrik hóast hann ikki slapp at súkkla í mál



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.02.2018 - 09:15

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, varð ikki skrásettur fyri at koma á mál í fyrstu kapping síni fyri nýggja lið sítt, Team Virtu Cycling, sum luttók í italsku súkklukappingini, Trofeo Laiguelia, í gjár.

Kortini er Torkil væl nøgdur við avrikið.

Tað eydnaðist nevniliga Team Virtu Cycling at fáa ein av sínum súkklarum við millum tíggju teir bestu, og harvið varð málsetningurin fyri kappingina væl og virðiliga náddur, tí mótstøðan var rættiliga nógv sterkari, enn vanligt.

Danski Kasper Asgreen gjørdist nummar seks í kappingini. Teir vóru níggju súkklarar, sum kappaðust saman, men náddu ongantíð fram til italiumannin Moreno Moser, sum vann kappingina.

Talan var um eina harða kapping, sum endaði í einum rundstrekki í Laiguelia.

Torkil greiðir frá, at hansara uppgáva í gjár var at hjálpa Asgreen so leingi hann kundi. Móti endanum av kappingini vórðu kreftirnar brúktar upp, og Torkil og størsti parturin av súkklarunum vórðu innheintaðir á rundstrekkinum av teimum fremstu, og vórðu tí tiknir úr kappingini.

Bert 42 av umleið 150 súkklarum vórðu tí skrásettir fyri at koma á mál.

Um sítt egna avrik sigur Torkil, at hann er sera væl nøgdur:

- Tað er altíð ringt at vita, hvar man stendur í mun til hinar í fyrstu kappingini. Men vit fingu tað, vit komu eftir. So tað var heilt gott. Eg eri eisini væl nøgdur, vit koyrdu væl saman og hjálptu hvørjum øðrum væl. Eg føli persónliga, at eg líka skal koma ígongd – eri ikki heilt so langt í formuppbygnaðinum sum hinir enn, men míni mál liggja eisini sindur seinni. So eg haldi, alt í alt, at tað er á einari heilt góðari leið.

Team Virtu Cycling skal um tvær vikur aftur í kapping – tað verður í Rhone í sunnara parti av Fraklandi.




beint nú