Sanvmynd (Mynd Jens Kr. Vang)

Torkil setti allar uppá pláss

Sverri Egholm

26.07.2015 - 22:55

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Fimti og seinasti dagurin av súkklukappingini Volvo Kring Føroyar varð súkklaður í góðveðrinum í Havn í dag. Hetta veit jn.fo.

Byrjað var við bilasøluna Wenzel, og elitan skuldi koyra tvær ferðir til Gomlurætt og aftur. Eftir tað, skuldu súkklararnir koyra fimm smá umfør uppá ein góðan kilometur. Tilamans 40 km.

Tá teir høvdu súkkla 1 km setti Torkil Veyhe ferð á, bert Dávur Magnussen kláraði at fylgja við honum.

Dávur misti Torkil á veg niðan aftur á Velbastaðháls, tá koyrt var aftur móti Havnini. Torkil Veyhe kom fyrstur á mál. Dávur Magnussen vann spurtin í feltinum og Gunnar Dahl Olsen kom á mál sum nummar trý.

Torkil vann klárt samanlagt
Torkil endaði á fyrsta plássi og samanlagt brúkti hann 12 tímar og 51 minuttir og 21 sekund uppá teir 460 km, sum súkklararnir hava lagt afturum seg seinastu fimm dagarnar.

Gudmundur Joensen endaði á øðrum plássi, 20 minuttir aftanfyri Torkil og Bjarke Vodder Nielsen á triðja plássi, 30 minuttir aftanfyri Torkil.

Davur Magnussen gjørdist vinnari av fjallatroyggjuni.

Hetta skrivar jn.fo í dag.

Síggj myndir her