Torkil Veyhe í donsku landsliðstroyggjuni undir Danmark Rundt í 2016

Torkil til stóra altjóða kapping í Italia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.02.2018 - 09:41

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Føroya fremsti súkklari, Torkil Veyhe, skal nú veruliga royna seg sum professionellur súkklari. Sunnudagin skal hann fyri fyrstu ferð royna seg saman við nýggju liðfeløgum sínum á liðnum Team Virtu Cycling, sum luttekur í stórari altjóða kapping í Italia.

Kappingin eitur Trofeo Laigueglia, og verður kallað ein av italsku dagsklassikarunum. Talan er um súkklukapping á 1.HC støði, sum er støðið beint undir World Tour’in.

Trofeo Laigueglia er ein súkklukapping, sum hevur eina yvir 50 ára gamla søgu. Nógvar legendur hava gjøgnum tíðirnar staðið sum sigursharrar í júst hesi kappingini, sum altíð hevur verið ein av ársins fyrstu í Evropa. Millum vinnararnar kunnu nevnast Eddy Merckx, Lance Armstrong, Rolf Sørensen, Johan Museeuw og Michele Bartoli.

Torkil Veyhe er ein av teimum sjey súkklarunum, sum skulu umboða Team Virtu Cycling í hørðu 203,7 kilometra longu kappsúkklingini. Hinir eru Kasper Asgreen, Audun Brekke Fløtten, Mikkel Honoré Frølich, Alexander Kamp, Asbjørn Kragh Andersen og Jesper Schultz.

Hetta verður ein stór avbjóðing hjá Team Virtu Cycling, sum er eitt lið í triðja styrkilagi, og sum í ársins fyrstu kapping skal súkkla móti fleiri av liðunum, ið liggja í næstovastu deildini.



beint nú