Torkil tryggjaði Føroyum flott gull

Ingi Samuelsen

28.06.2015 - 14:21

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Súkklarin Torkil Veyhe var tryggur í tíðarkoyringini á Jersey í dag.

- Fyri tveimum árum síðani fekk eg silvur. Tá setti eg mær fyri at fáa gull á næstu oyggjaleikum, og tað eydnaðist, segði súkklarin tá hann var komin á mál.

Teldan á serbygdu súkkluni hjá honum vísti, at hann hevði koyrt við eini miðalferð upp á 44 km/t. Grand old man í føroyskari súkkling, Gunnar Dahl-Olsen var sera nøgdur.

- 44 km/t á eini so truplari rutu er heilt gott – ja ferðin kann gott samanmetast við teir professionellu í Tour de France tá teir koyra sínar tíðarkoyringar. Hetta er eitt sera gott úrslit.

Kunningin um hvussu tíðirnar vóru var lítil – ja, beinleiðis vánalig. Men føroyingarnir høvdu sent ein mann út á rutuna fyri at taka tíð. Tíðin, sum varð givin var í mun til ein lokalan súkklara, sum var farin avstað tveir minuttir áðrenn Torkil.

- Vit staðfestu beinanvetin, at Torkil hevði vunnið 10 sekund inn á tann lokala súkklaran. Tveir kilometrar áðrenn málstrikuna fingu vit at vita, at hann var meira enn ein minutt skjótari. Tá vistu vit, at talan var um eitt gott úrslit, sigur Gunnar

Men tað var nú ikki tann lokali súkklarin, sum var harðasti kappingarneytar. Tað vóru tveir súkklarar av Manoy. Men tíðin hjá Torkili var sera góð – góð nokk til at tryggja Føroyum fyrsta gullið.

Tríggir føroyingar luttóku í tíðarkoyringini í dag, umframt Torkil Veyhe vóru teir Jóanis Albert Nielsen og Dávur Magnussen.

Samanlagt súkklaðu teir seg til eitt triðjapláss í liðkoyringini, og tryggjaðu harvið Føroyum eitt heiðursmerki afturat, úr bronsu.