Torkil Veyhe fer yvir málstrikuna (Mynd: jn.fo)

Torkil Veyhe bestur kring Føroyar

Ingi Samuelsen

28.07.2014 - 12:55

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Torkil Veyhe gjørdist ein tryggur vinnari av súkklukappingini Volvo kring Føroyar, sum endaði í gjár.

Fimti og seinasti teinurin varð súkklaður í økinum kring høvuðssætið hjá høvuðsstuðlinum og út í Havnardal og vestur á Gomlurætt. Torkil Veyhe vann eisini seinasta teinin og gjørdist eisini samlaður vinnari av kappingini. Samanlagda tíðin var meira enn 9 minuttir betri enn nummar 2, Helgi Winther Olsen, og góðar 14 minuttir betri enn Bjarke Vodder Nielsen, ið gjørdist nummar 3.

Hjá kvinnunum vann Lisette Rosenbeck, hjá kvinnu-unglingum vann Elsa Berg, hjá unglingunum Søren Hjalte Steinhólm og hjá motiónistum gjørdist Henry Berg vinnari.

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni jn.fo