Torkil Veyhe fingið stuðulsavtalu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

15.10.2015 - 16:30

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Súkkluítrottin í Føroyum skal mennast, og tí hevur Trygginarfelagið Føroyar gjørt tvey ára stuðulsavtalu við Torkil Veyhe.

Torkil Veyhe vann gull í einkultstarti og bronsu í landavegskappingini og liðkappingini á Oyggjaleikum á Jersey í summar, og vóna Torkil Veyhe og Tryggingarfelagið, at nýggja stuðulsavtalan fer at lata upp nýggjar møguleikar.

- Eg eri sera takksamur fyri stuðulin. Hann gevur mær møguleika at fáa eina optimala fyrireiking til komandi kappingarár. Við hesari avtaluni kann eg fáa ein persónligan venjara, har venjingarskráin verður løgd til rættis, so eg kann náa mínum málum, sigur Torkil Veyhe um stuðulsavtaluna.

- Vit vilja stuðla ungum føroyingum, sum gera nógv burturúr og leggja orku í venjing og menning innan ymiskar einstaklinga ítróttargreinar. Okkara samstarv fer vónandi at geva Torkil betri møguleikar at menna seg innan súkkluítróttina og at skapa enn betri úrslit, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.