Torkil Veyhe í donsku landsliðstroyggjuni, tá hann gjørdi um seg undir Danmark runt

Torkil Veyhe flytir felag og eina deild upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

04.11.2016 - 14:23

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Felagið, sum Føroya sterkasti súkklari, Torkil Veyhe, súkklar fyri nú, eitur ColoQuick-CULT. Danska tíðindaheimasíðan feltet.dk skrivar í dag, at ColoQuick-CULT hevur skrivað sáttmála við Torkil Veyhe, ið vísti ”sjældent set styrke i 2016”.

Hetta farna súkkluárið hevur Torkil Veyhe súkklað við Team WeBike-CK Aarhus, har hann hevur fingið fleiri góð úrslit, so góð, at hann varð úttikin á danska úrvalsliðið til stóru súkklukappingina kring Danmark.

Við skiftinum flytir sterki føroyingurin ein flokk upp við tað at hann nú skal súkkla á sonevndum kontinental-støði.

- Eg síggi fram til mítt fyrsta ár sum kontinentalsúkklari. Eg havi havt eitt gott ár, har tað hevur gingið væl, og so fekk eg eisini møguleika at súkkla PostNord Danmark Rundt. Tað gevur dirvi til meira, og eg gleði meg til at royna meg í størri kappingum við ColoQuick-CULT, sigur Torkil Veyhe við feltet.dk.

Ítróttastjórin hjá ColoQuick-CULT, Christian Andersen, fegnast um at fáa føroyingin á liðið.

- Talan er um ein av sterkastu súkklarum í Danmark í 2016. Ein súkklari við ovurstórari rástyrki, og einum framúrskarandi fysikki, sigur Christian Andersen og vísir serliga á kappingina undir Danmark runt í Vejle, tá hann hevði brek á súkkluni tvær ferðir, men kortini megnaði at gera seg galdandi millum teir fremstu.