Torkil Veyhe skiftir í størri felag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.11.2015 - 15:56

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Fremsti føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, fer nú eitt stig uppeftir í avbjóðingum. Torkil skal komandi súkkluárið súkkla fyri danska Team WeBike, sum er elitudeildin undir súkklufelagnum CK Aarhus.

Seinastu árini hevur Torkil, sum býr og lesur í Aarhus, súkklað fyri felagið í grannabýnum Odder.

Súkkluliðið í Aarbus sær fram til at knýta føroyska meistaran til liðið hj´s sær.

Felagið kallar Torkil fyri ein álopssinnaðan og óuppslítiligan ”rouleur”. Súkklumálið er ofta franskt, og ein ”rouleur” verður brúkt um ein súkklara, ið heldur høga ferð, men ikki er tann sterkasti í endaspurtinum. Slíkir súkklarar vinna oftast sínar sigrar við at stinga av frá hinum og koma einsamallir í mál.

- Torkil er serfrøðingur í at raka røttu løtuna at stinga av. Hann er sterkur og góður at bíta pínuna í seg. Tað gleða vit okkum til at fáa fyrimunir av, sigur Eskil Vammen frá felagnum.

- Eg haldi, at Team Webike-CK Aarhus hevur eitt spennandi lið, har dentur verður lagdur á samanhaldið millum súkklararnar. Tað dámar mær. Eisini, at allir súkklararnir búgva í býnum, og at vit venja saman, sigur Torkil Veyhe við heimasíðuna hjá felagnum.

Um síni persónlig mál sigur Torkil, at hann vónar at vinna eina A-kapping komandi ár, og at tað hevði verið gott, um hann kundið fingið UCI-stig. Fyri felagið vónar hann, at liðið kann gera seg galdandi í øllum kappingum, sum tað luttekur í.