Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í sambandi við at Tórshavnar Kamarkór í ár hevur verið virkið í 30 ár, so hevur Kamarkórið latið úr hondum eina nýggja útgávu, ið ber heitið Kvøldtankar.
Á útgávuni eru 14 føroyskir sangir. Nakrir eru eldri og væl kendir, meðan flestu sangir ikki hava verið á nakrari útgávu áður. Allir eru teir tó sangir, sum eru ella hava verið partur av sangskránni hjá kórinum seinastu tíðina.
Ólavur Jøkladal, kórleiðari, stovnaði kórið í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Síðan tá hevur kórið havt ymiskar kórleiðarar, ið allir hava sett sín dám á kórið og sangskráir tess.
Bernharður Wilkinson hevur verið leiðari hjá kórinum seinastu 7 árini, og hesa tíðina hevur kórið sungið nógv nýtt føroyskt tilfar umframt nýggj og eldri útlendsk verk.
Kamarkórið hevur verið rættiliga virkið og hevur luttikið á fleiri útgávum umframt, at kórið gav út fløguna "Várlongsil" í 1997. Kórið hevur lagt stóran dent á at hava konsertir kring Føroyar og hevur eisini javnan verið uttanlands á kórstevnum og konsertferðum.
Umframt at hava vitjað í flestu grannalondum okkara, hevur kórið verið víðari úti í Evropa og vitjaði eisini í New York og New Jersey fyri tveimum árum síðani.