(Mynd: torshavn.fo)

Tórshavnar kommuna fer í hernað ímóti pitsabakkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.11.2017 - 23:38

Mentan > Streymoy - Tórshavn

Tað er ein vælkendur trupulleiki í Tórshavn, at tað hvørt vikuskifti liggja nógvir pitsabakkar og sløðast í miðbýnum.

Nú verður roynt at loysa hendan trupulleikan við at seta eyka ruskíløt út um vikuskiftini, skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.

Grønu ruskíløtini standa í økinum millum Steinatún, Vaglið og Vágsbotn.

Kommunan minnir á, at burturkast við matleivdum, ið verður tveitt úti, elvir til rottu. Tí vónar Tórshavnar kommuna, at fólk fara at nýta ruskíløtini og at ongir tómir pitsabakkar verða at síggja í havnargøtum, nú vit nærkast jólum.