Frúutrøð (Mynd: Torshavn.fo)

Tórshavnar kommuna: - Fólk kunnu ikki skriva seg upp til íbúð á Frúutrøð enn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

24.05.2018 - 08:28

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Bústaðarviðurskifti

Týsdagin varð útbjóðingartilfarið til íbúðarbyggingina á Frúutrøð lagt fram fyri vinnuni og møguligum íleggjarum. 

Fleiri borgarar hava longu víst íbúðarbyggingini á Frúutøð ans og hava vent sær til kommununa fyri at skriva seg upp til eina íbúð á Frúutrøð, upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Íbúðirnar á Frúutrøð verða tó ikki kommunalar, og tí ber ikki til at skriva seg upp til íbúðirnar, fyrrenn kommunan hevur selt einum privatum samtaki økið til íbúðarbyggingina.

Privat samtak fer at byggja, selja og leiga íbúðirnar út. Hvør kemur at standa fyri hesum arbeiði, veit kommunan ikki fyrrenn við ársbyrjan 2019, tá ið vinnandi verkætlanin er funnin.

Tórshavnar kommuna sigur, at hon vónar, at fleiri fara at bjóða uppá verkætlanina - og tað er ikki løgið, tá bústaðarneyðin millum fólk er so stór, sum hetta er eitt greitt dømi um.