Mynd: Sverri Egholm

Tórshavnar kommuna góðtekur ikki at Sildberin røkir farleiðina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.01.2018 - 16:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

- Enn einaferð eru Nólsoy og Hestur við skerdan lut. Skipið hjá nólsoyingum er tikið úr sigling um Nólsoyarfjørð, og hestfólk eru púra uttan ferðasamband í allan dag.

Tað skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, á heimasíðuni.

- Alt ov ofta merkja nólsoyingar og hestfólk, at siglingin verður órógvað, tá ið Teistin hevur teknisk brek.

Annika Olsen sigur, at Tórshavnar kommuna ikki góðtekur, at Sildberin røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð. Og kommunan kann als ikki góðtaka, at hestfólk hava so óálítandi ferðasamband, at tey hvørki sleppa í oynna ella av oynni, tá ið Teistin ikki er í sigling.

- Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða. Tórshavnar kommuna vil, at familjur trívast bæði í býi, bygdum og oyggjum í kommununi. Vit vita, at álítandi ferðasamband er avgerandi fyri, at fólk vera verandi í oyggjum okkara, og at nýtt fólk flytur í oyggjarnar.

- Fari aftur at heita á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins finnur eina varandi loysn beinanvegin, soleiðis at okkara borgarar í Nólsoy og í Hesti fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis, í skúla, kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur ørindi í meginøkinum. Ternan eigur at vera álitið hjá nólsoyingum, og hestfólk skulu sleppa til meginøkið alt árið.

Les eisini: Teistin siglir av Gomlurætt klokkan 17:20



beint nú