Mynd: Ingi Sørensen

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at flyta bilar

Jens Hákun Leo

13.01.2017 - 12:07

Tíðindi > Veðrið

Tórshavnar kommuna sigur í tíðindaskrivi í dag, at status kl. 11 í morgun var, at ruddingin av høvuðsvegunum í býnum heldur fram, og at tað spakuliga verður farið at grava út á síðuvegirnar, eftir at kavastormurin í gjár legði alt landið lamið - harundir eisini Havnina. 

Serliga er tað í Hoyvíkshaganum, at ruddingin er meiri umfatandi.

Tórshavnar kommuna sigur, at tá ið grivið verður, gerast vegirnir rættiliga hálir, og tí verða høvuðsvegirnir eisini saltaðir so við og við. Kommunan hevur tveir størri bilar sum salta, umframt at teir tríggir traktorarnir, sum grava, eisini salta, samstundis sum grivið verður.

Fitt av bilum eru, sambært Tórshavnar kommunu, settir fram við høvuðsvegunum. Hesir forða fyri, at tað verður nóg væl ruddað, og verður tí heitt á fólk, sum eiga bilar, sum eru settir við høvuðsveg um at fáa hesar burtur.

Soleiðis er støðan:
Kollafjørður: Allir vegir eru ruddaðir og brattar brekkur saltaðar.
Kaldbak: Allir vegir ruddaðir
Nólsoy: Ruddað verður. Traktorur við bust og saltspreiðara.
Hestur: Ikki tørvur á rudding og salting.
Norðradalur: LV ruddar
Syðradalur: LV ruddar
Velbastaður: LV ruddar
Kirkjubø: LV ruddar

Hava yvir 300 km at rudda og salta
Samlaða vegalongdin í kommuni er góðar 300 kilometrar, harav eini 36 kilometrar eru ringvegir og sambindingarvegir. 

Tórshavnar kommuna sigur í hesum sambandi, at skilligt er, at tað er ein løta at koma runt, og at tað tí eisini er neyðugt at raðfesta ferðslutyngstu teinarnar og vegir, har bussleiðin koyrir.

Á sama hátt verður rudding og salting av gongubreytum eisini raðfest. Hesir teinar verða áhaldandi ruddaðir og saltaðir. Ruddað verður bert í øðrum borðinum, hetta fyri at koma meiri víða um.

Tórshavnar kommuna sigur at enda, at tað liggur á borgarum sjálvum at rudda fyri kava og at salta økið uttan fyri hjá sær sjálvum. Kommunan hevur sett einar 450 kassar við salti runt í kommununi, sum eru til taks hjá borgarum, sum salta uttan fyri egið øki.