Tórshavnar kommuna hevur trupulleikar av larmandi hanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.02.2018 - 20:43

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at allir borgara eiga at boða kommununi frá, tá tey fáa sær flogfenað, so at kommunan kann skráseta haldið.

Kommunan skrivar, at alt fleiri borgarar fáa sær flogfenað, og at tað samstundis við vaksandi talið av haldunum, eisini er eitt vaksandi tal av fráboðanum og kærum um flogfenaðhald í kommununi. Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Tær flestu fráboðanirnar um flogfenaðhald er um larm frá hanum, ið gala. Men eisini eru fráboðanir um fugl og rotti sum kemur til, har sum ov nógvur matur verður lagdur út til hønurnar og girðingin ikki er nøktandi.