(Mynd: Torshavn.fo)

Tórshavnar kommuna skipar fyri borgarafundum um bústaðarpolitikkin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.02.2018 - 15:19

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Bústaðarpolitikkurin í Tórshavnar kommunu fer nú til almenna hoyring. Tríggir fundir verða, har borgarin í kommununi fær møguleika at koma við sínum íkasti til politikkin.

Fundirnir verða í Finsen týsdagin 20. februar, í Skúlanum við Løgmannabreyt mikudagin 21. februar, og í Skúlanum á Argjahamri týsdagin 27. februar.

Kommunan byggir ikki bústaðir, men kann seta karmar fyri, hvat skal henda á bústaðarøkinum í framtíðini. Tó ynskir kommunan at hoyra íkast hjá borgarunum til bústaðarpolitikkin, so at borgarin og kommunan saman kunnu tryggja eina framtíð við tryggum bústaðarkørmum.