Tórur Fløtt fekk bronsu í dag

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 16:10

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Ungi leirdúgvuskjúttin Tórur Fløtt vann sær eitt bronsuheiðursmerki í dag.

Á skjótibreytini skuldi einstaklingakappingin í olympiskari skeetskjóting avgerast í dag. Leingi sá út til, at Sámal Debes lá væl fyri, men til endans gjørdist tað til eitt fjórða pláss fyri hann.

Men ungi makkarin, sum hann vann gull saman við í liðkappingini, Tórur Fløtt, skjeyt seg til eitt bronsuheiðursmerki í dag. Til lukku við tí.