Her hevur Tórur júst lopið á Oyggjaleikunum á Jersey í 2015.

Tórur Mortensen: Málið er sjálvandi at vinna

Agnar Frederiksen

22.06.2017 - 13:25

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur
18-ára gamli havnarmaðurin, Tórur Mortensen, hevur sínar dygdir innanfyri longdarlop og serliga trístøkk. Hann var blðaungur, tá hann við á Jersey í 2015. Síðani hevur hann ment seg nógv, og í fyrireikingini til hesar Oyggjaleikirnar hevur Tórur lagt størsta dent á tekniska partin av lopunum:

-Eg havi roynt, at fyrireika meg so væl sum eg kann til Oyggjaleikirnar. Seinastu tíðina havi eg fokusera  mest uppá tann tekniska partin, soleiðis at teknikkurin í mínum lopum er so góður sum møguligt.

Tórur er úr Hvirluni í Havn. Ì fjør vann hann DM í trístøkk, og fyrr í ár setti hann ta føroyska metið, ið nú er 15,03 metrar. Og tað er einki at ivast í, at hann hevur sett sær greið mál til leikirnar á Gotlandi:

-Málið er sjálvandi at vinna. Eg veit ikki hvussu langt mínir kappingarneytar leypa, men um vit hyggja eftir úrslitunum frá Jersey í 2015, so liggi eg væl fyri at vinna. Síðst í juli verður U 20 EM á skránni. Har er kravið fyri at koma við 15.40 metrar, so tað er tað, eg fari eftir at klára

Hetta er sum sagt aðru ferð, at Tórur Mortensen umboðar Føroyum á Oyggjaleikunum. Og hann er sera fegin um tað samanhaldi mongu føroysku ítrottarfólkini hava, meðan tey eru til leikirnar

-Eitt tað besta við oyggjaleikum er samanhaldið millum føroyingarnir. Allir føroyingar, ið eru við, eru sera raskir at stuðla øðrum ítróttum og ikki bert teirra egna. Tað er sjálvandi eisini deiligt, at fáa møguleikan kappast ímóti øðrum ítróttafólki frá øðrum smátjóðum.