Tórur vann silvur uttan at kýta seg

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 16:11

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Tórur Mortensen var favorittur at vinna kappingina í trýstøkk, sum var tann seinasta á leikvøllinum í Visby í dag.

Men tað eydnaðist ikki rættiliga fyri Tór. Tey fyrstu lopini hjá honum kundi hann ikki gjøgnumføra, orsaka av pínu, og fyri at tryggja sær víðari luttøku í finaluni, leyp hann eitt lop upp á 14,49 metrar, sum hann sjálvur kallaði eitt trygdarlop – altso nógv styttri enn hann átti at klára.

Men heldur ikki í finaluni megnaði hann at gjøgnumføra støkkini, so sokallaða trygdarlopið gjørdist teljandi í endaliga úrslitinum. Men tað var nóg mikið til at tryggja Føroyum silvur.

Carl Morgan av Caymanoyggjum vann kappingina.