Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

Tórur: Vit vilja skriva nýggja søgu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

18.03.2017 - 20:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ungi KÍ-spælarin, Tórur Jacobsen, sum í hesum døgum umboðar Føroyar í Úrvalskapping á Kýpros, gleðir seg til dystin ímóti Slovakia, sum er tann týdningarmiklasti dysturin nakrantíð fyri hansara viðkomandi.

Føroysku U17-dreingirni hava spælt seg í eina lyklastøðu í Úrvalskappingini (Elite Round) á Kýpros. Eydnast tað okkara dreingjum at vinna á Slovakia, samstudis sum Kýpros ikki fær fult ímóti Írlandi, so hevur føroyska liðið tryggjað sær pláss til EM-endaspælið í summar.

- Mínar vónir til dystin ímóti Slovakia eru góðar. Vit hava ein hóp, har allir vilja gera alt fyri at vinna, og vit hava skrivað søgu fyrr, so hví ikki einaferð afturat? Tað krevur sjálvandi nógv av hvørjum einstøkum spælara og venjarunum, men eg trúgvi at tað ber til, sigur Tórur Jacobsen, U17-landsliðsspælari.

Føroyski hópurin hevði ein heldur langan og strævnan túr til Kýpros, og síðani mikudagin hava dreingirnir eisini spælt tveir strævnar dystir. Fyrst ímóti Írlandi, sum endaði 4-0 til írar, og fríggjadagin gjørdist úrslitið 0-0 ímóti kýpriotisku vertunum.

- Eg eri sera væl nøgdur við eitt stig ímóti Kýpros. Vit høvdu gott stýr á teimum, serliga defensivt. Eisini høvdu vit nakrar góðar støður fram eftir vøllinum, men tíverri fingu vit einki mál.

- Vit vænta ikki at Kýpros vinnur á Írlandi, so javnleikurin hevur við sær, at nú liggur tað í okkara hondum at koma víðari. Hetta ger at dysturin mánadagin ímóti Slovakia er týdningarmiklasti dysturin í okkara og mínum lívi, og tað er nakað heilt serligt, sigur ungi klaksvíkingurin við heimasíðuna hjá FSF.

Hart at spæla á landsliðnum
Tórur Jacobsen fekk sínar fyrstu landsdystir fyri Føroyar í 2014, tá hann var partur av U15-landsliðnum til Brøndby Cup í Danmark. Í fjør var Tórur við til at tryggja Føroyum víðari luttøku í innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-landslið, og nú er framherjin úr KÍ heilt nær við at skriva nýggja søgu fyri føroyskan landsliðsfótbólt.

Men hvussu er so at spæla á landsliðnum, og hvussu hevur Tórur Jacobsen upplivað hesar fyrstu dystirnar í Úrvalskappingini á Kýpros?

- Eg haldi heilt vist tað er nakað serligt at spæla við landsliðinum. Støðið er eitt heilt annað enn har heima, og tí eru dystirnir harðari enn eg eri vanur við. Hesir farnu dystirnir hava verið sera harðir, serliga tann ímóti Írlandi tí tað var sera heitt. Írland vóru eisini sera góðir, og sum einsamallur áleypari er tað hart at renna og stýra trýstinum ein slíkan dyst. Tað krevur nógva orku, sigur Tórur Jacobsen at enda.

Mánadagin 20. mars klokkan 13:00 (føroyska tíð) spæla Slovakia og Føroyar, og Írland og Kýpros. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.