Tørva bæði royndar og óroyndar sjónleikarar til stóran leik



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

08.06.2018 - 08:44

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Sjónleikarhúsið leitar eftir vaksnum monnum at vera við í stóra leikinum "Jørundur Hundadagakongur", sum verður leiktur í heyst.

Talan er um ein íslendskan leik eftir Jón Árnasyni, sum snýr seg um Jørgen Jørgensen, ið tók valdið í Íslandi í 1809. Ísland var so illa vart undir Napoleonskríggjunum, at ein tilvildarligur dani í bretskum krígsfangaskapi kundi taka landið og lýsa tað leyst og frælst at vera. Hann setti danska guvernørin frá og slapp at vera kongur í ein góðan mánaða, áðrenn yvirvaldið kom eftir honum.

Ein tílikur leikur krevur nógvar mannligar sjónleikarar sum tíma at vera sjórænarar, soldátar og íslendingar, og tí bjóðar Sjónleikarhúsið øllum vaksnum monnum í Føroyum, royndir sum óroyndir, at koma til upptøkuroynd sunnudagin 10.juni kl 16-18 og mikukvøldið 13.juni kl 19-21. 

Meira kann lesast um upptøkuroyndina her