Stóra gassverksmiðjan, sum Total byggir í Sullom Voe, har tað í løtuni arbeiða 1400 mans og har 600 koma aftrat í hesum árinum at gera arbeiðið liðugt. Mynd Shetland Times

Total “rýmir” av Atlantsmótinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

12.03.2015 - 22:41

Oljan >


Tað var eingin hugalig søga at vakna upp til hvørki hjá hetlendingum ella fyri tað hjá føroyingum í morgun, tá Reuters tíðindastovan kundi siga frá, at franski olju- og gassrisin, Total, ætlar at selja sín part av stóru og fyrstu gassútbyggingini vestan fyri Hetland, Laggan Tormore.Hon liggur ikki so langt frá føroyska markinum, og er tað eingin loyna, at føroyskir myndugleikar leingi hava ynskt og vónað, at franska Total ein dag fór at fara um markið og gerast partur av føroysku leitingini. Um tíðindi um søluna eru álítandi, og tað vita vit ikki enn, so kann hetta gerast ein smeitur fyri vónirnar at skunda undir aftur leiting á føroyska landgrunninum, nú Total er eitt av mest virknu feløgunum á Atlantsmótinum. Tað hevur so eisini tætt samstarv við Dong í nógvum loyvum. Dong er eisini partur av føroysku leitingini. 

Talan er um eina av teimum størstu útbyggingunum á Atlantsmótinum í mong ár og somuleiðis um ta fyrstu veruliga gassframleiðlsuna frá økinum vestan fyri Hetland. Hetta drastiska stigið verður tikið sum ein avleiðing av lækkandi oljuprísunum siga tíðindini, sum tó ikki verða váttað hjá Total. Fyritøkan sigst vóna at fáa góðar 10 mia. kr. fyri tey 80% av útbyggingini, sum felagið eigur. Hini 20% eigur danska DONG Energy.

Felagið miðjar eftir at hava eina avtalu um keyp í juni. Tað man koma dátt við hjá mongum, at Total vil sleppa burtur úr hesi stóru íløgu, nú felagið nærum hevur lagt hjarta og sál í at fáa ment hesa fyrstu gassframleiðsluna frá økinum vestan fyri Hetland. Arbeitt hevur verið við henni í mong ár, men hava tað eisini verið trupulleikar eitt nú orsakað av seinking. Hon skuldi verið tikin í brúk í fjør, men tað verður neyvan fyrr enn seinni í hesum árinum.

Umframt at leggja nútímans oljuútbúnað á havbotnin er eisini løgd ein gassleiðing til lands, umframt at eitt gassvirki verður bygt til at taka ímóti gassinum í Sullom Voe í Hetlandi. Nú um dagarnar frættist, at BP, sum eisini hevur ætlanir um at útbyggja sínar gassfasilitetir í Sullom Voe fyri at kunna arbeiða part av Total-gassinum, hevur útsett sínar ætlanir í 6 mánaðir.

Framleiðslan av gassi fer at svara til 93.000 tunnur av olju um dagin, tá hon er klár. Total hevur arbeitt við at byggja út tríggjar gassmiðstøðir í bretskum øki, Laggan Tormore, Alwyn North og Elgin-Franklin. Við hesum skuldi felagið gerast størsti gassframleiðari á bretska landgrunninum. Men við einum helvtar oljuprísi í mun til í fjør hevur Total gjørt av at selja Laggan Tormore, longu áðrenn útbyggingin er liðug. Í seinasta mánað segði felagið, at tað fór at lækka íløgurnar við 13% til 23 mia. dollarar og at tað fór at brúka 30% minni uppá oljuleiting sum avleiðing av oljuprísinum. Felagið hyggur kring seg um heimin og fer at leggja seg eftir økjum, sum kunnu geva meira aftur fyri íløgurnar, enn tær geva her um leiðir.

Kelda: Reuters