Tottenham roynir at spæla seg víðari

Ari av Rana

07.02.2018 - 17:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein einsamallur dystur er á skránni í FA Cup í kvøld. Tað er umdysturin millum Tottenham og Newport.

Newport vóru tætt við at spæla seg víaðri í kappiningini í fyrsta dystinum. Newport legði seg á odda eftir 38 minuttir, og tað var ikki fyrr enn í 82. minutti, at Harry Kane megnaði at javna fyri Permier League felagið.

Tottenham hevur ikki tapt í sínum seinastu 10 dystum. London felagið liggur á fimta plássi í Premier League, í harðari kapping við liðini omanfyri at vinna sær Champions League luttøku næsta ár.

Newport liggur hinvegin nr. 11 í fjórðu bestu ensku deildini. Av tí sama mugu Tottenham metast at verða stórfavorittar at spæla seg víðari í kappingini, nú dysturin verður spældir á Wembley í London.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19:45 í kvøld.