Steven Davies gjørdist hetjan fyri heimaliðið, tá Rochdale tryggjaði sær 2-2 javnleik ímóti Tottenham í FA Cup.

Tottenham skal enn einaferð út í umdyst

Agnar Frederiksen

18.02.2018 - 18:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eins og í undanfarna umfarið, so megnaði Tottenham ikki at spæla seg víðari í fyrstu royndini í áttandapartsfinaluni.

Eins og seinasta umfarið í heimsins elstu steypakapping, so var Tottenham á útivølli ímóti einum liðið úr lægri deild. Aftur hesaferð skuldi Tottehman royna seg á truplum undirlagið á einum leikvølli, har heimaáskoðarnir sanniliga livdu við, og har heimaliðið stríddist manniliga fyri at spæla upp ímóti Premier League-liðnum.

Mótstøðuliðið hjá Tottenham var Rochdale, ið liggur aftast í triðbestu deildini. Og tað var heimaliðið, ið kom á odda, tá Ian Henderson beint fyri steðgin skoraði. Tað var 1-0 til ein tími var leiktur; tá javnaði Lucas Moura fyri Tottenham. Hetta var fyrsta málið hjá nýggja brasilianska kantspælaranum hjá Tottenham. 

Mauricio Pochettino skifti Dele Alli og Harry Kane inn fyri at royna at avgera dystin. Og hetta var nær við at eyndast. Í 87.minutti varð Dele Alli feldur í brotsteiginum hjá Rochdale. Hary Kane skoraði trygt, og nú tyktist kvartfinaluplássið hjá Tottenham tryggjað. Men Rochdale fekk javnað inni í yvirtíðini, tá innskifti Steven Davies setti bóltin í málið, eftir at eitt innlegg var dottið niður fyri hann.

Sosttat fær liðið frá League One møguleikan á Wembley í umdystinum, meðan Totteham fær ein dyst afturat inn í tronga skemaði.

Fyrr í vikuskiftinum hava Leicester, Chelsean, Brighton, Southamtpton og Mancester United spælt seg í kvartfinalurnar. Sheffield Wednesday og Swansea skulu út í umdyst; bæði liðini vóru eisini úti í umdysti í seinasta umfarið. Í morgin skal Manchester City á útivølli dystast ímóti Wigan.