Mynd: EPA

Tottenham vann á Arsenal

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.02.2018 - 14:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dysturin millum Tottenham Hotspur og Arsenal endaði við einum sigri til heimaliðið.

Einasta málið í dystinum kom stutt eftir, at seinni hálvleikur var floytaður í gongd. Tað var Harry Kane, sum skallaði bóltin í málið.

Tottenham ognaði sær við hesum 3 stig og er á 3. plássi við 52 stigum. Liverpool á 4. plássi við 51 stigum spælir móti Southampton í morgin, og Chelsea á 5. plássi við 50 stigum spælir móti West Bromwich Albion mánakvøldið.