Harry Kane var aftur flúgvandi í kvøld, tá Tottenham vann 4-0 á Everton. (Mynd: EPA)

Tottenham vann sannførandi á Wembley

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 19:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tottenham sendi í kvøld Everton heim frá London við einum 4-0 tapið.  

Tað var heimaliðið sum sat á dystinum allatíðina, og til tíðir spældi Tottenham framúr væl. Einsamalla málið í 1.hálvleiki kom, tá Son Heung-min setti bóltin í málið eftir 25 minuttir. Harvið heldur kanturin frá Suður Korea fram við at skora fyri Tottenham. Everton royndi at svara aftur, men hóast Everton hevði nýggja áleyparan Cenk Tosun við fyri fyrstu ferð, so megnaði Everton so at siga ikki at skapa nakað frameftir.

Tottenham legði sera væl út í 2.hálvleiki, og bert tveir minuttir vóru farnir, tá altíð vandamikli Harry Kane skoraði til 2-0. Tá ein tími var leiktur, var toppskjúttin í Premier League aftur á blettinum. Harry Kane hevur nú skorað 20 mál í Premier League hetta kappingarárið. Tà tíggju minuttir restaðu í staðfesti Christian Eriksen sigurin við góðum málið.

Tottenham er nú ájavnt í stigum við Liverpool, sum er á fjórða plássi. Liverpool hevur betri málúrtøku, og skal í morgin leika ímóti Manchester City. Everton er á níggjunda plássi í Premier League.