Heung-min Son er góður avloysari hjá Harry Kane, sum aftur er skaddur (Mynd: EPA)

Tottenham víðari í FA Cup og Liverpool vann á Burnley

Niels Petersen

12.03.2017 - 20:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tottenham skuldi í dag royna at spæla seg víðari í FA Cup, tá teir fingu vitjan av Millwall. Men tá bara 24 minuttir vóru farnir mátti Harry Kane út við skaða. Avloysarin, tann Suðurkoreanski, Heung-min Son hevur sannuliga eisini gott máltev. Við trimum málum var hann við til at skjóta Tottenham til hálvfinalurnar.

Síðst tá Harry Kane var langtíðarskaddur kom Heung-min Son eisini inn fyri hann, og spældi avbera væl, umframt at hann skoraði ein hóp av málum. Nú er Kane aftur skaddur, og tað sær út til, at tað kunnu ganga nakrar vikur, áðrenn hann aftur kann spæla. Men við avloysara sum Son, so er ongin orsøk til stúran hjá Mauricio Pochettino.

Tottenham vann 6-0 á Millwall og Heung-min Son skoraði trý av málunum.

Ein fjórðingsfinala er eftir at spæla, og verður hon spæld í annaðkvøld, tá Cheslea og Manchester United møtast á Stamford Bridge.

Ein dystur varð eisini spældur í Premier League í kvøld, og var tað millum Liverpool og Burnley. Har megnaði Liverpool at venda einum hóttandi tapi, til sigur.

Liverpool hevur annars havt meira enn torført við at vinna á liðum á lægru plássunum í Premier League, men í kvøld riggaði betur. Burnley løgdu seg á odda tíðliga í dystinum, men við einum máli beint fyri steðgin, og einum í øðrum hálvleiki fekk Liverpool vent dystinum.

Úrslitini í fjórðingsfinalunum:

Middlesbrough - Manchester City 0-2
Arsenal - Lincoln 5-0
Tottenham - Millwall 6-0
Cheslea - Manchester United (Verður spældur í annaðkvøld)