Tour de France endar á Vélodrome

Steinar Patursson

22.07.2017 - 11:56

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Í dag verður einkultstarturin í Tour de France súkklað, og í ár hevur hann ein heldur óvanligan enda.

Súkklararnir skulu bæði byrja og enda í Stade Vélodrome, ið vanliga er karmur um heimadystirnar hjá Olympique de Marseille, navnframa fótbóltsliðnum úr Suðurfraklandi.

Upp til 67.000 fólk passa inn á áskoðaraplássini, so lagt er upp til ein minniligan einkultstart á 104. Tour de France.

Tað er kanska ikki so løgið, at fyrireikararnir hava fingið hugskotið at enda í Stade de Vélodrome í dag. Tá Vélodrome varð bygt í 1937, húsaði stadion umframt fótbólt eisini kappsúkkling, og tað er eisini haðani, at Vélodrome hevur fingið navnið - Vélo er franskt fyri súkkla, meðan drome er eitt stað, har tað verður kappast.

Samstundis eru eisini 80 ár liðin, síðan Stade de Vélodrome stóð liðugt, og sostatt verður einkultstarturin í dag eisini hildin sum hátíðarhald fyri stásiliga leikvøllinum.

Sum vera man, ber illa til at súkkla á grasi við kappsúkklum, og tí er grasið tikið burtur, og asfalterað er oman á aluminiumsplátur, har sum vøllurin plagar at vera.

Asfaltið verður tó ikki liggjandi leingi, tí longu hósdagin skal Marseille spæla vinardyst á heimavølli Oostende, og uttan iva vija leikararnir helst spæla á grasi.

[Rættað 14:42. Upprunaliga stóð, at Tour de France endaði í dag. Tour de France endar ikki fyrr enn í morgin, men einkultstarturin er í dag.]