Rigoberto Uran og Romain Bardet - tveir av biðlunum til gulu troyggjuna (Mynd: EPA)

Tour de France: Ikki verið so tøtt kapping í nýggjari tíð

Ingi Samuelsen

18.07.2017 - 09:51

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Í dag verður farið undir seinastu vikuna í drúgvu Tour de France súkklukappingini. Eftir ein hvílidag í gjár, skal enn ein fjallateinur fáast frá hondini, hesaferð 165 kilometrar frá Le Puy-en-Venlay til Romans-sur-Isère. Seinasti partur er flatur og leggur upp til hópspurt, men byrjanin er í hálendinum Le Massif Central miðskeiðis í Fraklandi, og tey fjøllini eggja ævintýrarar, ið vilja sleppa avstað einsamallir ella í smærri hópum.

Vit skulu langt aftur í tíðina fyri at finna eitt Tour de France við so tættari kapping í oddastríðnum so langt inni í kappingini.

Chris Froome liggur aftur á odda. Hann misti gulu leiðslutroyggjuna í farnu viku til italska meistaran, Fabio Aru frá Astana-liðnum, men Aru megnaði bert at verja troyggjuna tann eina dagin í Pýrineafjøllunum. Komin omanaftur á slætt misti hann óvæntað virðismikil sekund.

Í løtuni liggur Chris Froome 18 sekund framman Fabian Aru, 23 sekund framman fyri Romain Bardet og 29 sekund framman fyri Rigoberto Uran.

Leitast skal heilt aftur til kappingina í 1951 fyri at finna so harða kapping, har fýra súkklarar liggja innan fyri eitt hálvt minutt.

Hóast bert seks teinar eru eftir at súkkla, so kann nógv henda enn. Í dag kann alt henda, siga súkkluserfrøðingar, og so eru eisini tríggir teinar í Alpunum eftir, ið kunnu venda upp og niður upp á alt.

Fyrimunurin hjá Chris Froome, sum hevur vunnið Tour de France tvey tey seinastu árini, er hesaferð, at ein tíðarkoyring skal súkklast í Marseilles á næstseinasta kappingardegi leygardagin.

Og í mun til hinar løttu klintrarnar, ið fríggja eftir gulu troyggjuni, so er Chris Froome nógv sterkari til tíðarkoyring en hinir kappingarneytarnar.

So um onkur teirra ætlar sær troyggjuna av álvara, so skal nógv tíð heintast inn á fjallateinunum, ið verða súkklaðir hesa vikuna.