Paperback Cover Mynd: pagetopremiere.com

Trailari komin út til Fifty Shades of Grey

Marin Eidesgaard

25.07.2014 - 02:32

Mentan > List > Bókmentir

Universal Pictures hevur nú avdúkað eitt petti av væl seljandi bókini "Fifty Shades of Grey". Tað gjørdist greitt í fjør, at bókin fór at verða filmatiserað.

Fifty Shades of Grey er fyrsta bókin í víðakendu triologiini hjá bretsku E. L. James - hinar báðar eita "Fifty Shades Darker" og "Fifty Shades Freed". 

Bókin, sum hevur selt yvir 100 mió. eintøk, hevur tikið lesararnar á bóli.

Jamie Dornan og Dakota Johnson hava høvuðsleiklutirnir í filminum, sum Christian Grey og Anastacia Steel.

Filmurin hevur frumsýning á Valentinsdegi, hin 14. februar 2015.

Síggj trailaran niðanfyri.